TTS
Útgivið
21. marts 2023
Útgongur
3. april 2023
Staður
Oyravegur 53 Box 94 FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum virkisfúsum, kundavinarligum og dugnaligum sølu- og handilsleiðara til TTS í Klaksvík

TTS er ein fyritøka í støðugum vøkstri, við einum sterkum dynamiskum toymi, sum hevur nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar, við nógvum ymiskum tørvum.

Vit leita eftir einum dugnaligum og kundavinarligum sølu- og handilsleiðara, sum hevur áhuga í tøkniligum vørum.

Tínar uppgávur sum sølu- og handilsleiðari vera millum annað:

  • Hava ábyrgd av sølu og av dagliga rakstrinum av handlinum, sum hevur eitt breitt úrval av tekniskum vørum innan el-tilfar, maskinlutir, køliútgerð, HVS tilfar og aðra útgerð.
  • Hava ábyrgd av, at vøruúrvalið altíð er nøktandi, og at tænastan til kundar hjá TTS altíð er á einum høgum støði.
  • Saman við starvsfelagum tryggjar tú, at kundarnir altíð fáa góða ráðgeving og tænastu, og at handilin er innbjóðandi og lættur at vitja.
  • Menna sølu- og handilsøkið.

Tínir førleikar
Tú hevur ein jaligan hugburð og dugir væl at arbeiða saman við øðrum.

Góðar samstarvs- og samskiftisførleikar og teldukunnleika.

Sum starvfelagi ert tú álítandi, áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður yvir kundum og starvsfeløgum.

Starvið, løn og treytir:
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv har tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tlf. 565640 ella umvegis teldupost jol@tts.fo. Umsóknir skulu sendast til jol@tts.fo

Vit hava leypandi samrøður við viðkomandi umsøkjarar, og starvið verður sett, tá tann rætti persónurin er funnin.

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild, og sølubúð við væl útgjørdari goymslu. Í fyritøkuni starvast áleið 45 starvsfólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið