Smyril Line Cargo
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
16. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line Cargo útflytir alskyns fiskaúrdráttir um allan heimin, og hava vit nú tørv á einum ídnum og tænastusinnaðum starvsfelaga til okkara útflutningstoymið. Við fimm farmaskipum, umframt Norrønu, bjóða vit kundum okkara góðar og álítandi logistikkloysnir.

Á Smyril Line Cargo leggja vit stóran dent á at veita góðar og kappingarførar loysnir innan tænastu- og farmaflutning. Starvið sum sølu- og logistikkfólk á útflutningsdeildini fevnir um at samskipa sølu- og farmaflutning innan- og uttanlands. Tú kemur at samskifta væl við ymiskar kundar og veitarar, geva tilboð og avgreiða útflutningsskjøl. Umframt leypandi at menna og tryggja góða tænastu.

Vit bjóða eitt avbjóðandi og gevandi starv í einum altjóða umhvørvi, har eingin dagur er eins. Tú verður ein týðandi partur av útflutnings-toyminum, sum hvønn dag samstarvar og sparrar við starvsfelagar, bæði innanhýsis og á skrivstovum okkara í Danmark, Hollandi og Íslandi. Hetta fyri at tryggja, at føroyskar vørur verða útfluttar til umheimin á einum høgum støði.


Vit virðismeta allarmest, at tú skilir týdningin av at fremja og bjóða góða samskipan og tænastu á høgum støði. Harumframt dugir tú vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og megnar at samskifta í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.

Royndir innan speditión er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 19. februar 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo . Viðmerk “Sølu- og logistikkfólk” í evnisteigin.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á útflutningsdeildini, Ivan Fossabrúgv, á 23 96 11 ella ifo@cargo.fo

UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi

Líknandi størv

12. april 2024
Logistikkatstøðaralærlingur   Faroe Islands nýtt
12. april 2024
Skousen søkir lærling   Faroe Islands nýtt
11. april 2024
Sølufólk til Kemilux   Faroe Islands
25. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið