
Lýsing
Rúsdrekkasøla Landsins sóknast eftir einum sølu- og tænastuleiðara at byrja 15. september 2022 ella eftir nærri avtalu.
Í hesum starvi fært tú eitt avbjóðandi og fjølbroytt leiðarastarv. Høvuðsuppgávur tínar verða at standa á odda fyri rakstri av sølubúðum og goymslu okkara, umframt starvsfólkaleiðslu. Arbeiðið umfatar at menna tænastuveitingar til viðskiftabólkar okkara í samsvari við verandi lógaráseting og strategisku ætlanina hjá Rúsdrekkasølu Landsins. Í hesum starvi arbeiðir tú sostatt við virkis- og starvsfólkamenning, umframt kunning og samskifti. Tú vísur beinleiðis til stjóran.
Útbúgving og førleikar
- tú hevur arbeiðsroyndir í tænastuøki
- tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsvarandi royndir
- tú hevur royndir innan starvsfólkaleiðslu og samskifti
- tú hevur innlit í viðkomandi lógir og reglugerðir
- tú dugur væl at samskifta munnliga og skrivliga við starvsfólk og kundar
Persónligir eginleikar
- tú hevur eitt skipað arbeiðslag og dugir at raðfesta arbeiðsuppgávur
- tú megnar at røkka tey mál, tú hevur sett tær
- tú megnar og tolir broytingar
- tú ert jaligur og dugir at samstarva
- tú heldur at kundasamskifti er mennandi og spennandi
- tú heldur at starvsfólkaymiskleikin er spennandi og dugir at leiða ymiskum starvsfólkabólkum
Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða í eini landsfyritøku, sum er í støðugari broyting og menning. Tú fært eisini góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.
Setanartreytir
Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Send tína umsókn
Við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum við teldubrævi til starv@rusan.fo heiti: ”Sølu- og tænastuleiðari”
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Rógva Andrias Fossádal, stjóra, á tlf. 340 440