Lýsing
Eitt sindur um starvið
MEST ynskir at styrkja sambandið við verandi og nýggjar kundar. Vit vita, at gott kundasamsamband er við til at stuðla einum góðum samstarvi við kundar okkara.
Tú fært sum sølufólk á MEST ein týdningarmiklan leiklut í hesum strembanum.
Starvsinnhald
Sum sølufólk verður tú ein partur av sølutoyminum á MEST. Í høvuðsheitum hevur MEST 5 yvirskipaði handilsøki:
- Bedingar & Dokk
- Eykalutir til virki á sjógvi og landi
- Útgerð og eykalutir til virki á sjógvi og landi
- Umboð av ymiskum slag til vinnuna
- Tænastur
Starvið fevnir um øll 5 øki – har vit í byrjanini serliga hava sjóneykuna á útvald øki.
Umframt vanligt søluarbeiði sum kundavitjanir og tilboðsarbeiði verður væntað, at tú eisini luttekur á messum og kundatiltøkum. Staðseting verður á MEST í Havn og á Skála.
Hugburður hjá sølufólkinum
Sum persónur ert tú:
- Framsøkin og ágrýtin
- Tú tekur sjálv/ur stig til átøk og verkætlanir
- Tú ert ábyrgdartilvitin – og ert okkara umboð fyri MEST
- Tú ert skipað/ur og málsøkin í tínum arbeiði – í mun til avtalaði mál
- Ert jalig/ur – og kundavinalig/ur
Samanumtikið er hetta eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum ynskir at veita ta bestu tænastuna í landinum. Persónliga kann hetta eisini verða við til eina spennandi menning í eini fyritøku við sera fjøltáttaðum møguleikum.
Útbúgving/royndir
Tú ert tænastusinnaður og hevur vitan innan vørur og lutir til sjóvinnuna. Ynskiligt er, at tú hevur hóskandi útbúgving, men er hetta ikki eitt krav.
Fyrimunir eru um tú:
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú:
- Hevur kunnleika til og tekniska vitan um skip
- Dugir enskt í skrift og talu á brúkarastøði
- Hevur KT førleikar
- Hevur útbúgving innan sjóvinnuna og/ella søluøkið
Vit bjóða
Sum sølufólk á MEST verður tú partur av Søludeildini. Á deildini starvast seks fólk, ið arbeiða við sølu burturav.
MEST er eitt stórt, livandi og nútímans arbeiðspláss við tøttum breiðum samstarvi millum deildirnar og góðum møguleikum fyri fakligari menning. Vit bjóða javnan skeið í okkara skeiðshølum og uttan fyri húsi – fyri at tú kanst nema tær vitan. Sum ein framkomin fyritøka arbeiðir MEST miðvíst við burðardygd eins og tað javnan eru sosial tiltøk á skrá.
Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Løn sambært avtalu.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Richard Mortensen, Deildarleiðara fyri Sølu og Innkeyp á telefon 791158 ella rmm@mest.fo
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.