HP Jarn
Útgivið
24. maj 2024
Útgongur
8. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

HP Jarn, staðsett í Hvalvík, er ein leiðandi fyritøka í Føroyum innan innflutning og tilvirkan av stáli og armering, og útleigan av forskalling. Vit leita nú eftir einum sølufólki til okkara toymi.

Hevur tú áhuga í einum spennandi sølustarvi, har tú sjálv/ur hevur stóra ávirkan á títt arbeiði og dagligdag? So er hetta kanska tín møguleiki.

Arbeiðsøki:

  • Søla av okkara vørum og tænastum til kundar í byggivinnuni, smiðjuvinnuni o.a.
  • Uppbygging og viðlíkahald av verandi og nýggjum kundasambondum
  • Ráðgeving og stuðul til kundar

Førleikakrøv:

  • Royndir úr byggivinnuni eru ein fyrimunur
  • Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, enskum og donskum
  • Handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki ein treyt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini framsøknari fyritøku
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Løn sambært avtalu

Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu sendast til jakku@hpjarn.fo í seinasta lagi 12. august 2024.

Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jakku Guttesen á telefon 757500 ella teldupost jakku@hpjarn.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Vinarliga, HP Jarn

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið