Lýsing
Søluráðgevi søkist til avbjóðandi og spennandi starv hjá GreenGate Incoming.
GreenGate Incoming er ein ferðavinnufyritøka í støðugari menning og framgongd. Vit ynskja tí at styrkja um okkara sølutoymi og søkja eftir einum ágrýtnum starvsfólki, sum kann byrja skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi starv har uppgávurnar eru bæði fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi. Tú verður knýtt/-ur at okkara vinnuferðavinnudeild (MICE), men sleppur eisini at royna teg á hinum deildunum. Tú fært sostatt kunnleika til øll øki í eini ferðavinnufyritøku sum okkara, og kemur m.a. at arbeiða við
- sølu og samskipan
- menning av tilboðum
- bílegging av tænastum og upplivingum
- samskifta við okkara føroysku og útlendsku samstarvsfelagar
- luttaka á ymiskum ferðavinnumessum/verkstovum í Føroyum og uttanlands
Vit vænta, at tú:
- hevur áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
- ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra
- hevur hollan telduførleika og góðan málkunnleika í norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu
- dugir væl við fólki og megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- viðkomandi útbúgvin ella royndir er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Marna Hjallnafoss, stjóra, á 520520 ella á marni@greengate.fo
Áhugaði eru vælkomin at senda umsókn við telduposti til info@greengate.fo
Umsóknarfreistin er 15.desember 2025