SP/F Elding
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
20. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sølufólk

Vit leita eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum sølufólki til handil okkara í Klaksvík. Sum sølufólk í Elding verður tín høvuðsuppgáva at veita kundum okkara fyrstafloks kundatænastu og vegleiðing. Tú kemur at hava ábyrgd av at viðlíkahalda handilin, soleiðis at handilin altíð er snøggur og væl skipaður. Tað er eisini týdningarmikið, at tú dugir at veita framúr kundatænastu og ert til reiðar at hjálpa kundum við teirra fyrispurningum og tørvum.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan sølu, tó ikki eitt krav. Vit vænta, at tú hevur góðar samskiftisførleikar, ert ágrýtin og hevur eitt gott yvirlit. Tú skalt eisini duga væl at arbeiða sjálvstøðugt men samstundis eisini í toymi.

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einari fyritøku, sum er í vøkstri innan handilsvinnuna, har vit eisini veita loysnir til vinnuna og tað almenna. Elding hevur í dag 6 handlar og 2 verkstøð - umleið 70 starvsfólk. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til okkara kundar. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Metir tú teg hava røttu førleikarnar, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og prógvum til herman@elding.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt!
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Lærlingur

Hjá okkum fært tú eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, har tú sleppur at menna tíni evni innan sølu og tænastu. Sum lærlingur hjá okkum fært tú eina breiða vitan um nógvar ymiskar vørubólkar. Lærutíðin hjá okkum kann vera startskotið uppá tína yrkisleið.

Les meira um at vera lærlingur her https://bit.ly/3SgteJU

Starvið verður sett skjótast gjørligt!
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

20. november 2025
Húsavørður til Eysturkommunu   Faroe Islands nýtt
20. november 2025
20. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið