Sjógæti
Útgivið
2. oktober 2024
Útgongur
21. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær fríska luft, sølu, koyring og at hitta kundar? So er tað kanska tær vit leita eftir

Sjógæti – Fiskabilurin leitar eftir einum ágrýtnum sølufólki til eitt parttíðarstarv sum sølufólk við fiskabilinum hjá okkum. Í fyrstusyftu er talan um at selja okkara sjógætisvørur í Vágsbotni í havn hvønn fríggjadag.

Um teg
Arbeiði passar sera væl til tín, ið dámar væl at koyra út við vøru, skipa tín egna dag, og sum kanska bert leitar eftir einum vinarligum arbeiðsumhvørvi sum tú sjálvstøðugt kemur at skipa fyri. Tú kemur at arbeiða útfrá okkara virki við Norðskála, har okkara virki og goymsla eisini eru.

Framtíðar menning
Møguleiki er fyri øking av søludøgum. Tað er upp til tín. Hevur tú onkur hugskot um víðarimenning av sølustaðnum, ert tú vælkomin til at menna teg og ’Sjógæti – Fiskabilin’ saman við okkum.

Vit vænta at tú

  • Trívist væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta við kundar
  • Er ágrýtin, røkin og jalig/ur av lyndi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert arbeiðssom/samur, røkin og fyrikomandi

Vilt tú vita meira?
Áhugaði kunnu seta seg í samband við Michael á tlf. 503236 ella á t-post ms@sjogati.fo.

Umsókn
Søk starvið við at senda ein t-post til ms@sjogati.fo innan 21. oktober 2024. Tú ert vælkomin at senda eina formella umsókn, ella eitt CV, ella bara ein t- ost har tú fortelur eitt sindur um teg sjálva/n, royndir, og hví hetta ljóðar sum starvið fyri teg. Hóast freistina, viðgera vit umsóknir leypandi.

Løn og treytir
Løn sambært royndum og eftir sáttmála millum FAG of Samverk.Um okkum
Sjógæti hevur nógvar royndir innan fiskaarbeiði, sølu, menning og innan fiskivinnuna. Felagið bleiv stovna í 2007 og er vaksi støðugt við árinum. Í dag kenna flestu føroyingar handilsvørurnar frá Sjógæti, okkara Fisk&Kips bilar og sølubúðina við Norðskála. Virkið við Norðskála virkar bæði hvítfisk, laks, handilsvørur, Catering og mangt annað av ymiskum føroyskum tilfeingið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið