Lýsing
Til handil okkara í Klaksvík søkja vit eftir dugnaligum og tænastusinnaðum sølufólki, ið brennir fyri góðari tænastu, at byrja skjótast gjørligt. Starvið er 20 tímar um vikuna.
Arbeiði er at ráðgeva og vegleiða viðskiftafólki, umframt alt dagligt arbeiði, ið er at gera í einum handli.
Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.
Vit ynskja at tú:
- Ert skipað/ur
- Ert nærløgd/lagdur
- Ert fyrikomandi, vinarlig/ur og hevur eitt jaligt sinnalag
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handli og sølu.
Vit kunnu bjóða tær:
- At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
- Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
- Upplæring í vørum og skipanum okkara
Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður mest í handlinum í Klaksvík.
Neyðugt er, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.
Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til
starv@rusan.fo. Viðmerk “Sølufólk í Klaksvík” í evnisteigin.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 17. august 2025.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Juliu Hansen, handilsleiðara í Klaksvík, á 290412 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og
tænastuleiðara, á 290410.
Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Løgmálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka.
Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu.
Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins.