Lýsing
Til handil okkara í Miðlon søkja vit eftir dugnaligum og tænastusinnaðum sølufólki, ið brennir fyri góðari tænastu, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiði er at ráðgeva og vegleiða viðskiftafólki, umframt alt dagligt arbeiði, ið er at gera í einum handli.
Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.
Vit ynskja at tú:
- Ert skipað/ur
- Ert nærløgd/lagdur
- Ert fyrikomandi, vinarlig/ur og hevur eitt jaligt sinnalag
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handli og sølu.
Vit kunnu bjóða tær:
- At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
- Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
- Upplæring í vørum og skipanum okkara
Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður mest í handlinum í Tórshavn, tó nakað á deildini á
Sandi.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Neyðugt er, at tú ert tøk/ur at arbeiða
meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.
Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsfelagið.
Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til
starv@rusan.fo. Viðmerk “Sølufólk í Miðlon” í evnisteigin.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 18. mai 2025.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper
Skovlund, handilsleiðara í Tórshavn og á Sandi, á 290411 ella Áka Johannesen
Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.
Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Løgmálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka. Handilin í Miðlon stendur fyri stórsta partinum av søluni í Føroyum.
Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu.
Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins