Lýsing
Til handil okkara í Tórshavn søkja vit eftir dugnaligum og tænastusinnaðum sølufólki, ið brennir fyri góðari tænastu.
Arbeiði er at ráðgeva og vegleiða viðskiftafólki, umframt alt dagligt arbeiði, ið er at gera í einum handli.
Tú skal vera 18 ár ella eldri fyri at søkja.
Vit ynskja, at tú:
- Ert skipað/ur
- Ert nærløgd/lagdur
- Ert fyrikomandi, vinarlig/ur og hevur eitt jaligt sinnalag
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving ella royndir frá handli ella sølu.
Vit kunnu bjóða tær:
- Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
- Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- Upplæring í vørum og skipanum okkara
Arbeiðstíðir- og staður
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Tórshavn.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Neyðugt er, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira til størri tiltøk og høgtíðir.
Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@rusan.fo. Viðmerk “Sølufólk í Tórshavn” í evnisteigin.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 8. mars 2025.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper Skovlund, handilsleiðara, á 290411 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.
Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka. Handilin í Tórshavn stendur fyri størsta partinum av søluni í Føroyum.
Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu. Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins.