Lýsing
Ert tú eitt sølufólki við stórum ágrýtni og hug til at gera mun, sum brennir fyri at geva kundunum eina keypsuppliving út yvir tað vanliga. Tú fært ein øðrvísi gerandisdag, har ikki ein dagur er líka, og tú fært møguleika at seta tín egna dám á.
VIT VÆNTA
- At tú hevur gott hugflog, ert góð/góður til at innrætta og tekna, leggja fram hugskot og uppskot.
(Tú fært upplæring í tekniskipanini Winner) - At tú skilur týdningin av at gera kundan nøgdan, at ganga dreyminum og hugskotinum á møti.
- At tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, hevur viljan til at skapa góð úrslit og dámar at hava nógv at gera
- At tú hevur góðan KT førleika, arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.
Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, spennandi verkætlanum og
góðum mennandi møguleikum. Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar? Og kundi tú
hugsað tær at komið við á okkara toymi?
Ynskir tú at vita meira um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørghild tel. 237269 ella t-post: bjorghild@borg.fo.
Send eina umsókn til:
BORG
att: Leona Nilssen
Fjøruvegur 5
625 Runavík
ella á t-post: hr@borg.fo
Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin.