KROSSTEIN
Útgivið
10. februar 2024
Útgongur
25. marts 2024
Staður
Falkavegur 6, Postboks 3229, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
umsokn@krosstein.fo

Lýsing

Leitar tú eftir eini áhugaverdari og framsøknari fyritøku, so hevur tú nú møguleika at blíva partur av okkara dugnaliga sølutoymi.

Vit leita eftir sølufólki til handil okkara, sum kann hjálpa okkum við framhaldandi at bjóða kundum okkara eina framúr góða tænastu.

Sum sølufólk hjá KROSSTEIN, fært tú eitt spennandi og fjøltáttað starv við dugnaligum starvsfeløgum, sum seta teg inn í okkara breiða vøruúrval og hjálpa tær fakliga, tá tú hevur brúk fyri tí.

Vit vænta, at tú hevur eitt lætt og opið lyndi og dugir væl at samstarva og samskifta við bæði starvsfelagar og viðskiftafólk. Somuleiðis vænta vit, at tú ert álítandi og hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag. Royndir innan sølu, hvs og Navision er ein fyrimunur.

Vit bjóða eitt spennandi og mennandi starv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd.

Hjá okkum eru uppgávurnar fjølbroyttar, og tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, har tú verður partur av okkara dugnaliga handilstoymi, sum er miðsavnandi eindin í fyritøkuni.

Vit raðfesta persónligan og sosialan trivna høgt og týdningin av, at starvsfólk eru ílatin til at útinna sínar uppgávur til fulnar, og hava góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Svend Inga Krosstein á tlf 29 46 04.

Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á umsokn@krosstein.fo innan mikudagin 28. februar 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið