Meginfelag Búnaðarmanna
Útgivið
24. januar 2025
Útgongur
7. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Søludeildin eri í støðugari menning og bjóðar ein sera spennandi gerandisdag við ymsum uppgávum.

Søludeildin, Raska, fevnir um alla sølu í sambandi við mjólk, mjólkarúrdrátt, ost o.a til matvøruhandlar, matstovur, stovnar, skúlar, heilsølur og so framvegis.

Starvið fevnir um ráðgeving og sølu til øll viðskiftafólk okkara.

Vit vænta at tú hevur royndir sum sølufólk, men tað er ikki ein treyt.
Starvstaðið er í Hoyvík, og lønin er sambært avtalu.

Arbeiðsuppgávur:

  • Menna og viðlíkahalda sambond við verandi og nýggjar kundar.
  • Hjálpa til við at gera søluætlanir
  • Handfara kundabíleggingar og kundarøkt
  • At røkja kundatænastu og sølu, sum er andlit til andlits.
  • Partur av sølufremjandi tiltøkum

Vit vænta av tær, at

  • tú hevur koyrikort
  • tú tekur ábyrgd í tínum arbeiði
  • tú trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt.
  • tú raðfestir samstarv
  • tú arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
  • tú sum sølufólk sær týdningin í samspælinum millum kunda, tænastu og sølu.
  • tú arbeiðir væl í einum toymið.
  • tú kemur at arbeiða úti og inni á sølukontóri
  • tú hevur góðar samskiftisførleikar – bæði skrivliga og munnliga.

VIT BJÓÐA TÆR
Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum spennandi umhvørvi og, ja, har tað ofta snýr seg um at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.

UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 07.Februar 2025.

Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: hr@mbm.fo

LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um fast starv á 35 tímar um vikuna.
Byrjað verður skjótast gjørligt og løn er sambært avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tony Weyhe, stjóra, á telefon +298 36 20 59 ella at skriva á tw@mbm.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið