Lýsing

Vit leita eftir einum eldhugaðum sølulærlingi, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga starvsfólka-
hópi. Sum størsti HVS útbjóðari í Føroyum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan hita-, vatn- og
sanitetsloysnir til bæði privat og vinnuligt virksemi.
Tað sum tú kanst bjóða
- Áhuga fyri sølu og kundatænastu
- Tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
- Er eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggjar vørur og tænastur
- Er virkin og íðin at røkka ásettum málum
- Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
- Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur onnur viðkomandi prógv
Í lærutíðini
Vilja dugnaligir starvsfelagar læra teg upp innan okkara vørur, tænastur og ráðgeving. Stórur dentur verður lagdur á kundarøkt. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og góðum møguleikum fyri persónligari menning.
Vit bjóða tær
Eitt arbeiðspláss í støðugari framgongd, góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning dugnaligar starvsfelagar og eitt gott starvsfólkaumhvørvi. Lønin er góð og hægri enn lønartalvurnar hjá Samverk áseta.
Lærutíðin
- 2 ár við HH/miðnámsprógvi, búskaparbreyt ella 3 ár við FHS
- Skúlatíðin er á Business College Syd á Als í Danmark
Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Krosstein, Falkavegur 6, 100 Tórshavn.
Umsókn og freist
Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á umsokn@krosstein.fo innan mikudagin 20. august 2025. Tú ert vælkomin at ringja til Kristian á telefo 29 46 02, um tú ynskir at fáa meira at vita.