Krosstein P/f
Útgivið
5. september 2023
Útgongur
25. september 2023
Staður
Falkavegur 6, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
kristian@krosstein.fo

Lýsing

Leitar tú eftir eini áhugaverdari og framsøknari fyritøku, sum kann menna teg til at gerast partur framtíðar handils- og tænastuvinnu?

Vit leita eftir einum eldhugaðum sølulærlingi, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga starvsfólkahópi, sum í dag telur 28 starvsfólk.

Sum størsti HVS útbjóðari í Føroyum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan reina orku, vatn, hita, fríska luft, køksloysnir, baðirúm og frítíð.

Tað sum tú kanst bjóða

  • Áhuga fyri sølu og kundatænastu
  • Tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Er eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggjar vørur og tænastur
  • Er virkin og íðin at røkka ásettum málum
  • Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur onnur viðkomandi prógv

Í lærutíðini
Vilja dugnaligir starvsfelagar læra teg upp innan okkara vørur, tænastur og ráðgeving. Stórur dentur verður lagdur á kundarøkt. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum, og góðum møguleikum fyri persónligari menning.

Vit bjóða tær
Eitt arbeiðspláss í støðugari framgongd, góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning, dugnaligar starvsfelagar og eitt gott starvsfólkaumhvørvi. Lønin er góð og hægri enn lønartalvirnar hjá Samverk (S&K) áseta.

Starvsviðurskifti
Lærutíðin er:

  • 2 ár við HH/miðnámsprógvi, búskaparbreyt ella 3 ár við FHS
  • Skúlatíðin er á Business College Syd á Als í Danmark

Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Krosstein, Falkavegur 6, 100 Tórshavn.

Umsókn og freist
Send okkum umsókn, saman við viðkomandi skjølum, við telduposti til kristian@krosstein.fo

Tú ert vælkomin at ringja á telefon 294602, um tú ynskir at fáa meira at vita.

Um tú ert tann rætti, kanst tú byrja beinanvegin.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið