Skálkur
Útgivið
23. maj 2023
Útgongur
6. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søstrene Grene leitar eftir skúlahjálp og nýggjum lærlingi at byrja hjá Søstrene Grene í SMS.

Hevur tú hug at fara í læru ella arbeiða, sum sølufólk í einum spennandi og avbjóðandi handli? So er hetta júst nakað fyri teg.

Vit leita eftir einum dugnaligum/ari skúlahjálp – og einum lærlingi til handil okkara í SMS.

Fyri okkum snýr tað seg um at geva viðskiftafólki okkara eina góða uppliving, og tí leita vit eftir starvsfólki, sum vilja kýta seg fyri at røkka júst hesum málinum. Talan er um eitt starv í eini sera spennandi fyritøku, sum fevnir víða, og tí eru góðir menningarmøguleikar í starvinum.

Arbeiðsuppgávur
• At hjálpa og vegleiða kundum okkara og veita eina góða tænastu
• At halda handilin áhugaverdan, ruddiligan og snotiligan

Tað vænta vit av tær
• At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
• Hevur eyga fyri at halda handilin snotiligan og tryggja, at framsýningarnar altíð eru áhugaverdar.
• Er liðilig/ur og smidlig/ur, tá tað er neyðugt – og dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
• Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.

Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar.

Vilt tú vita meira er tú vælkomin at ringja til Sunnevu Jacobsen, handilsleiðara á telefon 262787.

Send tína umsókn til starv@skalkur.fo., um hetta starvið ljóðar, sum nakað fyri teg. Starvið verður sett sum skjótast.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið