Lýsing
Søstrene Grene leitar eftir starvsfólkum at arbeiða í handlinum hjá okkum í SMS.
Vegna økt virksemi søkja vit eftir fleiri fólkum at arbeiða í Søstrene Grene.
• Vit søkja eftir skúlahjálp at arbeiða eftir skúlatíð og leygardagar.
• Vit søkja eftir lærlingum at byrja í læru skjótast gjørligt.
• Vit søkja somuleiðis eftir einum starvsfólkið at arbeiða fullatíð.
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi handli, har eingin dagur er eins?
So er hetta kanska akkurát nakað fyri teg.
Arbeiðsuppgávur
• At standa við kassan
• At fylla vøru upp
• At halda handilin áhugaverdan, ruddiligan og snotiligan
• At hjálpa og vegleiða kundum okkara og veita eina góða tænastu
Tað vænta vit av tær
• At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
• Hevur eyga fyri at halda handilin snotisligan og tryggja at framsýningarnar altíð er áhugaverdar.
• Dugur at hava nógvar bóltar í luftini í senn
• Hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umframt góðar og dunaligar starvsfelagar.
Vilt tú vita meira, ring til Sunnevu Jacobsen, handilsleiðara, á telefon 26 27 87.
Send tína umsókn til starv@skalkur.fo, um hetta ljóðar áhugavert fyri teg.