Útgivið
20. juni 2022
Útgongur
20. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hjá JT electric byggja vit KT-skipanir, loysnir og tól til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlands. Vegna vaksandi virksemið leita vit eftir einum Software Mennara.

UM STARVIÐ
Sum Software Mennari verður tú partur av menningartoyminum, ið arbeiður við fleiri spennandi verkætlanum. Toymið hevur ábyrgd av menning og viðlíkahaldi av skipanum til alivinuna. Talan er um skipanir ið vera brúktar á aliøkjum til at vakja yvir, stýra, optimera, intigrera og logga. Sum Software Mennari kanst tú seta títt fingramerkið á verkætlanir hjá JT electric. Arbeiðsstaðurin er á JT electric á Kambsdali.

TÍNIR FØRLEIKAR
Vit ímynda okkum at tú hevur royndir, ert undir útbúgving ella hevur eina viðkomandi útbúgving innan kunningartøkni, elektrotøkni ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur og royndir innan nøkur av fylgjandi økjum: C#, C++, Python, TypeScript, Angular, Vue, SQL, Linux og OpenCV, Computer Vision ella Machine Learning.

VIT ÍMYNDA OKKUM AT TÚ:

  • ert ein arbeiðsamur persónur, sum dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.
  • ert skipað/ur og megnar at arbeiða við nógvum bóltum í luftini.
  • dugir at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum.
  • ert fyrikomandi, forvitin og dámar væl fakligar avbjóðingar.

VIT BJÓÐA
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum felag, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir á hesa tilgongd. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur altíð verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til kundarnar. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

UMSÓKN
Umsókn við CV, viðkomandi prógvum ella annað skulu sendast til Leif Johannesen, Menningarleiðara á leif@jt.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 15. juli 2022. Starvið verður sett skjótast til ber. ❗️ Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leif Johannesen á tel. 774462 ella á leif@jt.fo

STUTT UM JT ELECTRIC
JT electric varð stovnað í 1972 og er ein leiðandi tekniskur veitari til alivinnuna, har vit veita tænastur og skipanir til okkara kundar í Føroyum og uttanlands. Av einum samlaðum starvsfólkatali upp á 70, starvast 30 fólk hjá dótturfelagnum í Skotlandi og 4 í dótturfelagnum í Pólandi. Høvuðssæti felagsins er á Kambsdali.

 

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið