Lýsing
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir tveimum sosialráðgevum.
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv at byrja 1. mai 2026, ella skjótast til ber, og eitt farloyvisstarv at byrja 1. mai 2026, ella skjótast til ber, fram til 1. aug. 2027.
Um Barnaverndartænastuna
Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar, skrivari og leiðari.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av koyring skal væntast í starvinum.
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
- Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum.
Hetta snýr seg m.a. um:
- At hava samrøður við børn og foreldur
- At fara á heimavitjanir
- At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra
- At seta neyðugar fyriskipanir í verk
- At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni
- At fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
- At gera tilmæli til Føroya Kærustovn
Somuleiðis skal tann, sum settur verður, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.
Vit leita eftir starvsfelaga, ið
- Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
- Dugur at arbeiða í toymi og at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur góð evni at samstarva og samskifta
- Megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
- Dugir væl at orða seg, bæði í skrift og talu
- Dugir væl at leggja til rættis, samskipa og hava yvirlit
- Tolir at arbeiða undir trýsti
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Barnaverndartænastan í VEKS
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki
Ella við telduposti á bvt@sunda.fo.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 22. mars 2026.
Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í VEKS, á tlf. 297201 ella umvegis teldupost á karinj@sunda.fo.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.