Almannaverkið
Útgivið
15. april 2025
Útgongur
28. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um tvey føst størv. Størvini eru fulla tíð, men møguleiki er fyri niðursettari tíð. Størvini eru við byrjan 01.06.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Við støði í tvørfakligari hugsan ráðgevur Borgaratænastan borgarum um allar peningaligar veitingar og tænastur innan Almannaverkið. Deildin viðger umsóknir um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, sjúku, samlívsslit og aðrar almannahendingar. Vit gera avtalur við arbeiðsgevarar um at seta í gongd virknisvenjingar. Vit gera uppfylging av sjúkudagpengum. Umsóknir um persónliga viðbót til pensjónistar og stakútreiðslur og umsóknir um fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu verða somuleiðis viðgjørdar á deildini. Tú skalt møta borgarum, har hann er og veita almenna sosiala ráðgeving og vegleiðing.

Deildin ger heildarlýsingar, virkisætlanir og visiterar til aðrar deildir í Almannaverkinum.

Borgaratænastan er mannað við 12 sosialráðgevum um alt landið, og vit hava samband við fleiri enn 1300 borgarar um árið.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið