Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt fast starv. Starvið er fulla tíð, tó við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið er við byrjan 01.09.2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Við støði í tvørfakligari hugsan ráðgevur Borgaratænastan borgarum um allar peningaligar veitingar og tænastur innan Almannaverkið. Deildin viðger umsóknir um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, sjúku, samlívsslit og aðrar almannahendingar. Vit gera avtalur við arbeiðsgevarar um at seta í gongd virknisvenjingar. Vit gera uppfylging av sjúkudagpengum. Umsóknir um persónliga viðbót til pensjónistar og stakútreiðslur og umsóknir um fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu verða somuleiðis viðgjørdar á deildini. Tú skalt møta borgaranum, har hann er og veita almenna sosiala ráðgeving og vegleiðing.
Deildin ger heildarlýsingar, virkisætlanir og visiterar til aðrar deildir í Almannaverkinum.
Borgaratænastan er mannað við 13 sosialráðgevum um alt landið, og vit hava samband við fleiri enn 1300 borgarar um árið.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144589&DepartmentId=19005&MediaId=4615