Lýsing
Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum sosialráðgeva frá 1. mars 2025, sum brennur fyri arbeiðinum við børnum og familjum. Talan er um fast fulltíðarstarv.
Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at starvast saman við 13 sosialráðgevum, fimm familjuráðgevum, tveimum sálarfrøðingum, umframt skrivarum, fulltrúa og leiðslu.
Í Barnaverndartænastuni er støðugt fokus á at menna tvørfakliga og fyribyrgjandi arbeiðið á økinum, eitt nú gjøgnum SSP arbeiðið, umframt skúla- og dagstovnasamstarv. Tað verður arbeitt sambært lóg um barnavernd, og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. Harumframt at skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.
Vit arbeiða støðugt við at betra og menna fyriskipanir, sum vit seta í verk, við møguleika fyri at stovna nýggjar skynsamar loysnir. Arbeiðið tekur útgangsstøðið í háttalagnum Signs of Safety við stórum denti á at taka barnið og familjuna við. Vit leggja dent á, at tú hevur hug at gerast partur av hesum arbeiðinum.