Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
2. juni 2025
Útgongur
22. juni 2025
Staður
Croatia
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir eftir sosialráðgeva til starv á 35 tímar

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barnaverndartænastuni heldur til í Klaksvík og húsast saman við Trivnaðardeildini Børn & Ung hjá Klaksvíkar kommunu.

Á barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.

Uppgávan hjá barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.

Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á barnaverndartænastuni, fakliga samskiparanum og starvsfólkum á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo

Sta Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið