Sunda Kommuna
Útgivið
20. december 2021
Útgongur
10. januar 2022
Staður
Oyrarbakkavegur 3 Postboks 10 400 Oyrarbakki, Faroe Islands

Lýsing

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 1. mars 2022, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.

Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir - at ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist barnaverndarnevndina og høvuðsbarnaverndarnevndina.

Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaverndartænastan heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.

Vit ynskja, at tú hevur

  • útbúgving sum sosialráðgevi
  • góð samstarvsevni
  • royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
  • góðan førleika at orða teg bæði munnliga og skrivliga á føroyskum
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • evni at arbeiða tvørfakliga.

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.

Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2022, og skal sendast til:

beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.

Ella til:

Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki 

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið