Runavíkar Kommuna
Lýsing
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum sosialráðgeva. Starvið er leyst at søkja til setan 1. februar 2026 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv niðursetta tíð, áleið 30 tímar um vikuna.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari, sálarfrøðingur og leiðari.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.