Lýsing
Í Borgaratænastuni, ið er deild undir Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum, er eitt sosialráðgevarastarv leyst at søkja.
Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 34 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og fyribils fram til 31.01.2024. Arbeiðsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Tú skalt møta borgarum, har hann er, og veita almenna sosiala ráðgeving og vegleiðing.
Deildin viðger umsóknir um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, sjúku, samlívsslit og aðrar almannahendingar. Vit gera avtalur við arbeiðsgevarar um at seta í gongd virknisvenjingar. Vit gera uppfylging av sjúkudagpengum. Umsóknir um persónliga viðbót til pensjónistar og stakútreiðslur og umsóknir um fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu verða somuleiðis viðgjørdar á deildini.
Deildin ger heildarlýsingar, virkisætlanir og visiterar til aðrar deildir í Almannaverkinum.