Almannaverkið
Útgivið
20. november 2025
Útgongur
2. december 2025
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Um starvið
Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv í tíðarskeiðnum 15.01.2026-15.01.2027. Starvið eru fulla tíð ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Um deildina fyri Arbeiðsbúgving
Aðalendamálið hjá deildini er at virka fyri at menna og stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Hetta fyri at hjálpa borgarunum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Okkara áskoðan er, at ein partur av samleikanum hjá okkum menniskjum er at vera partur av eini heild, at kenna okkum virðismett og at hava týdning.

Arbeitt verður innan økini arbeiðsbúgving, fyritíðarpensjón, ávísing til trivnaðartænastur v.m. Vit arbeiða m.a. eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, lóg um almannatrygd og tænastur og pensjónslógini.

Á deildini arbeiða vit út frá einum heildarsýni, tvørfakligari hugsan, fakligum tilviti og royna alla tíðina at menna okkara fakligu førleikar.

Talan er um eina deild við 20 lívligum starvsfólkum, sum brenna fyri fakinum og at hjálpa borgarunum víðari í lívinum. Vit eru staðsett í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn, og hava vit samband við fleiri enn 1300 borgarar um árið.

Deildin er partur av nýggju eindini Vaksin í Almannaverkinum. Í hesi eind eru deildir og stovnar í Almannaverkinum savnaðar, sum hava samband við borgarar, sum hava tørv á stuðli til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt.

Arbeiðsuppgávur

  • At veita almenna sosiala ráðgeving og vegleiðing.
  • At stuðla borgaranum í at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin og virka fyri, at hann fær eitt virkið arbeiðs- og heimalív.
  • At viðgera umsóknir hjá teimum, sum hava tørv á stuðli, búplássi, umlætting og viðgerðar- og virkistilboðum í Trivnaðardeplinum.
  • At viðgera umsóknir um fyritíðarpensjón og gera tilmæli út frá samlaðu støðuni hjá borgaranum.

Førleikar
Útbúgving sum sosialráðgevi.

Væntanir
Vit vænta, at tú við tænastusinni, rúmligum og virðingarsomum lyndi dugir at møta borgaranum, soleiðis at hann kennir seg skiltan og væl móttiknan í Almannaverkinum.

Vit vænta, at tú ert ágrýtin, áhaldandi, nýhugsandi og hevur hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak, deildir og stovnar, og at tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran. Væntað verður somuleiðis, at tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir væl at orða teg í skrift og talu. Tað kann vera fyrimunur at hava koyrikort.

Vit kunnu bjóða
Vit bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv við møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning í góðum arbeiðsumhvørvi. Vit leggja dent á áhaldandi at menna okkara førleikar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í eindini Vaksin, á deildini Arbeiðsbúgving. Tann, ið fær starvið, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið er flokkað sum bachelorur í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á her.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 02.12.2025 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristiannu Torbjarnardóttir, deildarleiðara, á telefon 297319.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum.

Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

 

Líknandi størv

20. november 2025
20. november 2025
20. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið