Almannaverkið
Útgivið
23. juli 2024
Útgongur
4. august 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt farloyvisstarv fulla tíð, tó við møguleika við niðursettari tíð. Starvið er frá 01.09.2024, ella eftir nærri avtalu, og til 31.08.2025. Arbeiðsstaðurin er í Havn ella í Klaksvík, og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Um Børn og ung
Aðalendamálið hjá deildini er at virka fyri at styðja upp undir, at familjur, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku, fáa eina so vanliga tilveru sum gjørligt.

Á deildini arbeiða vit eftir Lóg um Almannatrygd og tænastur, og vit arbeiða út frá einum heildarsýni, tvørfakligari hugsan og einum fakligum tilviti. Vit arbeiða við heildarlýsingum og er hetta við til at tryggja, at rætta hjálp og stuðul verður sett inn.

Arbeitt verður í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, har vit alla tíðina royna at menna okkara fakligu førleikar.

Talan er um eina deild við níggju sosialráðgevum, sum brenna fyri fakinum, og at hjálpa familjunum, so at teirra gerandisdagur gerst so vanligur sum gjørligt. Vit eru staðsett í Havn og í Klaksvík, og hava vit samband við góðar 700 borgarar um árið.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið