Lýsing
Um starvið
Á okkara góða arbeiðsplássi mangla vit nú ein nýggjan starvsfelaga. Talan er um eitt fast starv, og útgangsstøðið er, at talan er um 35 tímar um vikuna. Annað kann tó avtalast nærri, um tørvur er á tí. Ynskiligt er, at tú kanst byrja sum skjótast.
Vit ímynda okkum, at arbeiðsstaðurin er í Havn, men Viðskiftadepilin hevur skrivstovur bæði á Tvøroyri, í Klaksvík og í Runavík, so hetta kunnu vit tosa nærri um. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.
Arbeiðsuppgávur
Aðalendamálið hjá deildini er at virka fyri at menna og stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Hetta við atliti til at hjálpa borgarunum til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Okkara áskoðan er, at ein partur av samleikanum hjá okkum menniskjum er at vera partur av eini heild, at kenna seg virðismettan og at hava týdning.
Arbeitt verður innan økini arbeiðsbúgving, fyritíðarpensjón og ávísing til trivnaðartænastur v.m. Vit arbeiða m.a. eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, lóg um almannatrygd og tænastu og pensjónslógini.
Vit arbeiða út frá einum heildarsýni, tvørfakligari hugsan og fakligum tilviti og royna alla tíðina at menna fakligu førleikarnar hjá okkum, bæði í Føroyum og uttanlands. Sags- og epsiodeanalyse hjá Gitte Duus er ein av teimum metodunum, vit hava tikið til okkum seinastu árini.