P/F Hotel Hafnia
Útgivið
4. februar 2026
Útgongur
2. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Hevur tú hug at seta tín dám á Hotel Hafnia? Vit sóknast eftir einum souchef at starvast fulla tíð.

Virksemið hjá P/F Hotel Hafnia er í støðugari menning og vøkstri. Nú okkara verandi souschef fer í annað starv í fyritøkuni, søkja vit eftir einum nýggjum souschef til Hotel Hafnia.

Vit bjóða
Eitt fjøllbroytt og fakliga spennandi arbeiði, har tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi. Tú kemur at hava nógvar ymiskar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi. Starvið gevur góðar møguleikar at ávirka menningina av køkinum, umframt møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Hvat kanst tú vænta tær:

  • Leiðslu: Tú fer at samskipa og hava ábyrgdina av køkinum, í samstarvi við okkara dugnaliga køksleiðara
    'Skapandi frælsi: Tú fert at menna og innføra nýggjar matskráir og rættir, sum kveikja bæði starvsfólk og gestir
  • byrgd: Tú fert at tryggja, at øll matgerð fer fram sambært heilsu- og trygdarkrøvum
  • Menning: Tú fert at vegleiða og menna okkara starvsfólk í køkinum, so tey kunnu vaksa og blóma í sínum starvi

Vit leita eftir tær sum:

  • Ert útbúgvin kokkur og dugir títt handverk
  • Hevur góðar samskiftisførleikar
  • Ert kreativ/ur og hevur áhuga fyri nýggjum matgerðartilgongdum
  • Ert ein liðspælari við evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert góð/ur til at tryggja góðsku í øllum uppgávum
  • Ert kontaktskapandi og eldhugað/ur í tíni tilgongd til samstarvsfelagar úr øllum húsinum

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Ert tú klár/ur at taka næsta stig?
Starvsbyrjan er 1. apríl 2026. Freistin at søkja er 1. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda okkum tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gerrit, køksleiðara, á tel. 23 31 47 ella á chefmanager@hafnia.fo.

Líknandi størv

KT support lærlingur til Storm   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Sous Chef for Hotel Hafnia   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið