A4 Spf
Útgivið
17. juli 2026
Útgongur
24. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært

Lýsing

Vilt tú læra sølu frá grundini?

A4 Sp/f leitar eftir einum sølulærlingi til fulltíðarstarv í Hoyvík.

Útbúgvingin fer fram í samstarvi við Samverk & Glasir. Tú verður partur av okkara sølutoymi og lærir sølu, kundasamband og vørukunnleika í praksis.

Arbeiðið
Sum sølulærlingur kemur tú út til kundar, lærir uppsøkjandi sølu og fært innlit í, hvussu vit hjálpa fyritøkum við amboðum, útgerð, kemi, festitilfari og trygdarútgerð. Tú fært royndir við:

  • Uppsøkjandi sølu og kundavitjanum
  • Tilboðum, bíleggingum og uppfylging
  • Ráðgeving um vørur og kundaloysnir
  • At byggja góð og varandi kundasambond
  • Samstarvi við sølutoymið og veitarar
  • Vitjanum hjá samstarvsfeløgum í útlandinum, millum annað í Týsklandi

Vit vænta av tær

  • At tú trívist við kundasamband og torir at taka fyrsta stigið
  • At tú hevur hug at læra søluhandverkið
  • At tú dugir at lurta, spyrja og fylgja upp
  • At tú hevur vanligar telduførleikar og dugir at arbeiða skipað
  • At tú dugir føroyskt, danskt og enskt
  • At tú hevur koyrikort
  • At tú møtir væl upp, tekur ábyrgd og heldur avtalur

Fyrimunur, men ikki krav

  • Kunnleiki til amboð, festitilfar, kemi ella trygdarútgerð
  • Royndir frá sølu, handli, goymslu, verkstaði, skipum ella byggivinnu
  • Áhugi fyri B2B-sølu og vinnukundum
  • At tú dugir týskt

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála. Um lærlingurin vísir góð úrslit og tekur ábyrgd, er møguleiki fyri hægri løn eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við CV kann sendast til di@a4.fo. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dávid á Rógvi Isaksen á tlf. +298 91 91 97.

Umsóknarfreistin er 24. august 2026.
Starvið verður sett um vit finna rætta viðkomandi 01 Septembur 2026

Um A4 Sp/f
A4 Sp/f er ein føroysk fyritøka í vøkstri og ein heildarveitari til vinnuna. Vit veita millum annað amboð, festitilfar, rustfrítt, kemi, trygdarútgerð og praktiskar loysnir til fyritøkur.

A4 Sp/f · Brekkutún 4 · 188 Hoyvík · +298 91 91 97 · a4@a4.fo · www.a4.fo

Líknandi størv

Nánsfrøðingar til Blákolluna   Faroe Islands nýtt
24. juli 2026
24. juli 2026
Fysioterapeutur í farloyvisstarv   Faroe Islands nýtt
24. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið