
BOGI HERMANSEN Sp/f
Lýsing
Vit søkja eftir tveimum timburlærlingum at byrja skjótast tilber. Arbeiði fevnir um sethúsabygging, umvælingararbeiði og fyrifallandi arbeiði.
- Vit bjóða arbeiði í einari fyritøku, har tú sum lærlingur fært góðar umstøður at læra handverkið
- Tú kemur at arbeiða tætt saman við dugnaligum arbeiðsfeløgum
- Tú fært sjálvstøðugar uppgávur eftir førleika
- Tað er umráðandi at tú ert ágrýting og hevur hug at læra, og dámar avbjóðingar
Lærutíðin er tilsaman 4 ár.
Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum gevur góðar møguleikar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Harumframt eru eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.
Vil tú vita meira, er tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Hermansen, stjóra, á á telefon 565674.
Umsóknin við lívsrensli og prógvum skal sendast til bogi@bogihermansen.fo.