Lýsing
Nú Krafta í næstum fer undir virksemi á nýggjari tangagoymslu á Hulki á Strondum er tørvur á 2-3 starvsfólkum til parttíðarstørv.
Arbeiðið umfatar bunkringar av skipum, móttøku av tangabáti og aðrar fyrifallandi uppgávur á tangagoymsluni.
Røttu persónarnir eru røkin álitisfólk, sum hava møguleika fyri at traðka til skiftandi arbeiðstíðir og tað í eisini í úrtíð. Upplæring og neyðugum skeiðum syrgja vit fyri.
Áhugaði kunnu senda umsókn her niðanfyri ella við at ringja ella skriva til Kára Sigvardsen, sum eisini er tøkur at svara møguligum spurningum á telefon 91 51 00 ella ks@krafta.fo
Freistin er 16. mai 2025, og størvini verða ætlandi sett seinast í mai mánaði.
Meira um Krafta sæst á www.krafta.fo Søk her: https://forms.office.com/e/JKhjqDBkwp?origin=lprLink