OCD
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
4. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hug at verða ein týðandi partur av føroyska vinnulívinum? Heldur tú, at flutningur, flutningssamskipan og kundasamskiftið ljóðar spennandi? So kanst tú søkja lærupláss hjá OCD.

Tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi. Tey taka væl ímóti tær og læra teg upp – og som tíðin gongur, fært tú fleiri spennandi uppgávur og ábyrgd.

Tað er nógv at læra, og tú fært fleiri uppgávur, har tú skalt millum annað læra og fáast við:

  • Ordramóttøku
  • Samskipa inn- og útflutning
  • Hava kundatænastu umvegis teldupost og telefon

Vit vænta
Vit leggja stóran dent á at veita kundum okkara eina framúr tænastu. Vit eru framsøkin, og til tíðir kann tað ganga skjótt fyri seg. Tí vænta vit, at tú ert ágrýtin, forvitin at læra og er áhaldandi.

Tað er neyðugt, at tú hevur miðnámsprógv.

Setanarviðurskifti
Lærutíðin er 2 ella 2,5 ár í mun til útbúgving og tú verður lønt/ur sambært sáttmálanum hjá Samverk. Skúlagongdin, sum er 8-10 vikur, er í Danmark.

Arbeiðsstaður er á høvuðsskrivstovuni hjá OCD í Saltangará.

Eftir lokna lærutíð hevur tú eina viðurkenda skrivstovuútbúgving innan speditión/shipping, ið gevur tær góðar framtíðarmøguleikar.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 4. august 2024, og tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Drála ikki, umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Vilt tú hoyra meira um starvið?
Um tú heldur, at hettar kundi verið nakað fyri teg, so vóna vit, at tú søkir, og ynskir tú fleiri upplýsingar, so ert tú vælkomin at ringja til Sandru Poulsen, á tel. 74 91 27. Alt er sjálvandi í trúnaði.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Um OCD
OCD er partur av Smyril Line.

Høvuðsvirksemið hjá OCD er at flyta farm frá og til farmaskipini hjá Smyril Line.

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið