Lýsing
Hevur tú hug at verða ein týðandi partur av føroyska vinnulívinum? Heldur tú at flutningur, flutningssamskipan og kundasamskiftið ljóðar spennandi? So hevur tú nú møguleika at søkja lærupláss hjá OCD, ið er partur av Smyril Line samtakinum.
Tú verður partur av einum dugnaligum og royndum starvsfólkatoymi, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring.
Tað er nógv at læra, og við tíðini fært tú fleiri spennandi uppgávur, m.a:
- Ordramóttøku
- Samskipa inn- og útflutning
- Hava kundatænastu umvegis teldupost og telefon
Vit vænta
Vit leggja stóran dent á, at veita kundum okkara eina framúr tænastu. Vit eru framsøkin, og til tíðir kann tað ganga skjótt fyri seg. Tí vænta vit, at tú ert ágrýtin, áhaldandi og forvitin at læra.
Tað er neyðugt at tú hevur miðnámsprógv.
Setanarviðurskifti
Lærutíðin er 2 ella 2,5 ár í mun til útbúgving og tú verður lønt/ur sambært sáttmálanum hjá Samverk. Skúlagongdin, sum er 8-10 vikur, er í Danmark.
Arbeiðsstaður er á høvuðsskrivstovuni hjá OCD í Saltangará.
Eftir lokna lærutíð, hevur tú eina viðurkenda skrivstovuútbúgving innan speditión/shipping, ið gevur tær góðar framtíðarmøguleikar.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 8. juli 2025 og tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Drála ikki, umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Vilt tú hoyra meira um starvið ?
Ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Sandru Poulsen, á tlf. +298 749127. Alt er sjálvandi í trúnaði.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Um OCD
Høvuðsvirksemið hjá OCD er at flyta farm frá og til farmaskipini hjá Smyril Line.
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.