Lýsing
Kundi tú hugsað tær ein ferðmiklan gerandisdag? Dámar tær at samskipa og finna ta bestu flutningsloysnina til okkara viðskiftafólk hvørja ferð? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit sóknast eftir dugnaligum speditøri við kundatokka til fraktdeildina á Posta. Sum speditørur verður tín týdningarmiklasta uppgáva at samskipa alskyns flutning kring heimin og ráðgeva okkara viðskiftafólki um flutningsviðurskifti.
Tú samskipar sendingar av alskyns slagi um allan heim, sendir vøru av landinum og samskipar sendingar heim til Føroya. Eisini handfert tú sjófrakt, flogfrakt og avgreiðir viðkomandi skjøl og tilhoyrandi samskifti. Tú loysir tískil nógvar ymiskar uppgávur. Gerandisdagurin verður fjølbroyttur, og tað gevur tær møguleika fyri at seta tín egna dám á arbeiðið.
Tú kemur at virka í einari væl skipaðari deild, sum dagliga er í sambandi við veitarar og kundar um allan heim. Saman við starvsfeløgunum á Óðinshædd og á Posta Logistics-deildini í Danmark tryggjar tú, at viðskiftafólk fáa farmin sendan og útflýggjaðan rættstundis og professionelt. Soleiðis ert tú við til at knýta Føroyar at restini av heiminum.
Vilt tú gerast partur av Posta?
Sum persónur ert tú álitisvekjandi, og tú skilir týdningin av persónligum sambondum. Tú dugir at byggja upp sambond við viðskiftafólk og veita góða ráðgeving.
- Tú ert útbúgvin speditørur, og hevur tú sergrein ella royndir við flogfrakt, er tað ein fyrimunur.
- Tær dámar at hava samband við viðskiftafólk, bæði persónliga og við telduposti og telefon
- Tú trívist í einum ferðmiklum umhvørvi, og við at hava nógvar bóltar í luftini. Tú ert nærløgd/-lagdur, og tú hevur eyga fyri góðari tænastu
- Tú samskipar og avgreiðir nógvar ymiskar uppgávur, og tí er týdningarmikið, at tú ert væl skipað/-ur
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og tær dámar at samstarva um uppgávur, tá tað er neyðugt
- Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, enskum og donskum
Vit bjóða
Títt arbeiðspláss er í okkara ljósu og dagførdu hølum á Óðinshædd í Havn. Gerandisdagurin er fjølbroyttur og skundmikil. Á fraktdeildini ert tú í einum toymi, har øll stuðla hvørjum øðrum, og har trivnaðurin er í hásæti. Vit bjóða tær góðar møguleikar fyri menning og fyri at læra um øll viðurskifti á deildini.
Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.
Lønin er sambært sáttmála við Starvsfelagið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna íroknað døgurðasteðg. Starvið verður sett 1. desember 2024 ella sambært avtalu.
Umsóknir
Umsóknir skulu leggjast upp her: Søk starv. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Freistin at søkja er 13. oktober 2024. Vit bjóða umsøkjarum til samrøðu so hvørt. Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til Ingun N. Olsen á 23 62 03 ella senda ein teldupost tilinol@posta.fo.
Um Posta
Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta er ein logistikkfyritøka, sum seinastu árini hevur verið í stórari menning. Vit eru umleið 120 starvsfólk býtt um alt landið og í Danmark.
Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum. Á Posta eru hølini ljós og vinarlig, og til ber at melda seg til matarskipan. Tú verður partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við góðum trivnaði.