ALPHA TRAVEL
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
19. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Alpha Travel er ein vinnulig ferðaskrivstova við heimstaði í Tórshavn, sum avgreiðir ferðir fyri
virkir, stovnar og skipafeløg kring allan heim. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og kemur  at arbeiða
saman við okkara dugnaliga sølutoymi og bókhaldi

Arbeiðið fevnir m.a um:
- Sølu, ráðgeving og kundatænastu
- Bílegging av ferðaseðlum, hotellum, bilaleigu v.m
- Samskipan við okkara veitarar í Føroyum og útlondum

Um teg:
- Ert áhugað/ur í sølu og kundatænastu
-  ert smílandi, ágrýtin, fyrikomandi og lætt/ur av lyndi
- Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt
- Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
- Hevur FHS/HH ella aðra miðnámsútbúgving

Hjá Alpha Travel fært tú:
- Eitt spennandi lærupláss við nýggjum avbjóðingum hvønn dag, har vit altíð stremba eftir at veita ta bestu tænastuna
- Eitt arbeiði har sjálvstøði og nýhugsan verða høgt mett.

Lærutíðin er 2 ella 3 ár, alt eftir útbúgving.

Hevur hetta tín áhuga, ert  vælkomin at senda eina umsókn til: rds@alphatravel.fo
Ynskir  at vita meir um læruplássið ert  vælkomin at ringja til Ritu á tlf. 352911

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. Des. 2022

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið