Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
3. marts 2026
Útgongur
16. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hugin og viljan at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? so er tað møguliga tær vit leita eftir. Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir einum lærlingi til føðsluatstøðara (ernæringsassistentelev) til setan 01. mai 2026 ella eftir nærri avtalu.

Vit ynskja at tú

  • ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull-/ur
  • dugir at samskifta í skrift og talu, og dugir at nýta teldu á brúkarastøði
  • møtir væluppløgd/-lagdur til tíðina
  • hevur gott handalag
  • hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar einum góðum arbeiðsumhvørvi

Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.

Vit bjóða

  • eitt spennandi lærupláss, ið einum stórkøki, við nógvum ymiskum uppgávum
  • eitt gott og fjølbroytt umhvørvið, har tað er pláss fyri menning og nýhugsa og dugnaligar starvsfelagar

Skúlakrøv

  • Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
  • Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving kann vera ein fyrimunur

Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 3 x 10 vikur í lærutíðini. Tær fystu 10 vikurnar kunnu takast í Føroyum. 20 tær seinastu vikurnar er á tekniskum skúla í Danmark. Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat. Meira kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni: Ernæringsassistent | UddannelsesGuiden

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita
við at venda sær til Herdis E. Petersen, deildarleiðara í køkinum, á tlf. 404583 / 404581 (mána- til fríggjadag í millum kl. 07.00-15.00) ella á teldupostadressu: herel@ks.fo

Umsókn
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 16. mars 2026

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

3. marts 2026
Maskinoperatør   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið