Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður
Útgivið
11. juni 2025
Útgongur
24. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Drotning IngridarVit søkja eftir einum stovnsleiðara til Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarð at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Í dagstovninum er ein vøggustova og tvær barnagarðsstovur. Umleið 51 børn ganga á stovninum, og tey verða dagliga møtt av einum toymi á 16 starvsfólkum, sum leggja seg eftir at skapa fakliga góðar og tryggar karmar fyri børnini.

Stovnurin er væl staðsettur mitt í hjartanum í Tórshavn, har børnini hava góðar møguleikar at spæla, røra seg og menna sítt hugflog. Vit leggja stóran dent á túrar í har børnini fáa góðar upplivingar úti í náttúruni.

Vit vita, at tað er í spælinum, at børnini læra um seg sjálvi, onnur og sítt umhvørvi. Alt námsfrøðiligt arbeiði á stovninum byggir á sambond, har vit møta barninum, har tað er, og skapa rúm fyri tryggleika og menning.

Um starvið:
Sum dagstovnaleiðari arbeiðir tú í góðum samstarvi við nevndina og Tórshavnar kommunu. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnurin kann arbeiða fram móti eini felags kós og námsfrøðiligari dygd.

Stovnurin er sjálvsognarstovnur, sum verður stjórnaður av eini níggjumannanevnd, har limirnir umboða kirkjuráðið í Vesturkirkjuni, Meinigheitshúsið, KFUK, KFUM og Tórshavnar kommunu, umframt at prestur, lækni og tvey foreldraumboð eru í nevndini.

Í Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarði er er eitt serstakt umhvørvi, sum er grundað á drúgvar traditiónir, sum eru mentar síðani 1934. Drotning Ingridar Barnagarður er ein meinigheitsbarnagarður og dentur verður lagdur á, at tú tekur undir við kristnu virðunum.
Stovnurin sjálvur er bygdur í 1950.

Í starvinum krevst, at tú:

  • Hevur ábyrgd av, at dagstovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • Hevur ábyrgd av at skapa umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi
  • Hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk, í samstarvi við varaleiðara og álitisfólk
  • Hevur ábyrgd av starvsfólkamenning í samstarvi við varaleiðaran
  • Hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • Hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
  • Hevur ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • Hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • Støðugt arbeiðir við at betra umstøðurnar og karmarnar á stovninum
  • Tekur ábyrgd og vil mynda námsfrøðiligu kósina á stovninum
  • Hevur eina greiða visjón og vil ganga á odda fyri fakligari menning
  • Hevur evni at leiða starvsfólkini við virðing og greiðum kósum
  • Dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og uttanhýsis
  • Og sum hevur áræði og vilja at mennast sum leiðari

Leiðarastarvið fevnir um bæði námsfrøðiliga og fyrisitingarliga leiðslu, og fært tú møguleikar at seta tín dám á ein stovn, sum longu hevur góðar karmar og fakligt grundarlag.

Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú ert væl skipað/ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Tú megnar samstarv og tekur sjálvstøðugar avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/ur í tíni leiðslu og dugir væl at lurta
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur góðar telduførleikar

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. august 2025 ella eftir avtalu. Freistin at søkja er 24. juni. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Umsóknir saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skulu sendast til sverri@kirkjan.fo í seinasta lagi týsdagin 24. juni 2025 kl. 12.00.

Meira fæst at vita
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sverra Steinhólm, nevndarformann á tlf. 237333.

Líknandi størv

1. juli 2025
Fulltrúi til Umhvørvismálaráðið   Faroe Islands nýtt
30. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið