Lýsing
Landssjúkrahúsið søkir eftir dugnaligum og royndum leiðara til Kliniska stáp, sum umfatar Sjúklingahotellið Tórshavn, Uttanlandstænastuna, Apotekseindina og Dygd og betran. Hesin stápur er breiður og arbeiðir tvørturum alt Sjúkrahúsverkið. Hetta er eitt stórt og tíðandi starv og vísir leiðarin av Kliniska stápi til Stjórn á Landssjúkrahúsinum.
Talan er um eitt fulltíðarstarv til setan 01.12.2022 ella eftir avtalu.
Um Kliniska stáp
Kliniski stápur hevur ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við klinisku deplunum, Sjúkrahúsverkinum og í summum førum eisini uttanfyri Sjúkrahúsverkið. Uppgávurnar og funktiónirnar, ið røkka tvørtur um sjúkrahúsini, eru miðsavnaðar í Kliniska stápi, og skulu koma øllum viðkomandi í Sjúkrahúsverkinum til góðar, bæði sjúklingum og starvsfólkum.
Kliniskur stápur er mannaður við á leið 40-45 starvsfólkum deild yvir fýra eindir, tvey lond og fleiri ymiskar staðsetingar á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólkini í stápinum hava ymiskar royndir og førleikar, og er stápurin sera fjøltáttaður har fevnt verður um fleiri ymisk yrki.
Í Kliniska stápi eru fýra eindir og hava eindirnar allar ein leiðara uttan Dygd og betran. Tey starvsfólk, ið vísa beinleiðis til leiðaran av Kliniska stápi, eru tí deildarleiðararnir í stápinum og tey sjey starvsfólkini í eindini Dygd og betran.
Sjúklingahotellið Tórshavn veitir innivist til sjúklingar og játtaðar fylgjarar. Høvuðsuppgávan er, at sjúklingar, sum eru í viðgerð langt heimanífrá, kunnu fáa innivist, røkt og vegleiðing í sambandi við viðgerð og heilsustøðu á føroyskum uppihaldsstaði.
Uttanlandstænastan hevur um hendi ítøkiliga og fyrisitingarliga arbeiðið, tá sjúklingar skulu í viðgerð uttanlands viðvíkjandi ferð, uppihaldi, fylgjaraavgerðum í samsvar við galdandi lógir, ásetingar og sáttmálar. Arbeiðið umfatar eisini samanhangandi og góðar sjúklingagongdir, og leypandi at menna hesar.
Apotekseindin er bindiliðið millum Landssjúkrahúsið og Tjaldurs Apotek. Arbeiðið er í høvuðsheitum bíleggjan av heilivági, ráðgeving og undirvísing um heilivág, og nýtslu og trygd í hesum sambandi. Eisini arbeiðir Apotekseindin við góðskutryggjan av heilivágsrúmum og heilivági til sjúklingin, viðgerðum og mannagongdum.
Dygd og betran er ein nýggj eind og er í støðugari menning. Eindin hevur fleiri ymiskar funktiónir, sum verða útintar av dygdarmennarum, sjúklingaleiðbeinarum, hagtalsfólki og smittuverjufrøðingi. Høvuðsuppgávan hjá dygdarmennarunum er at tryggja og menna dygdararbeiðið í Sjúkrahúsverkinum við at luttaka í og stuðla undir íverksetan, rótfesti og útbreiðslu av dygdarøkinum. Sjúklingaleiðbeinararnir arbeiða í høvuðsheitum við betran av sjúklinga- og sjúkugongdum saman við starvsfólkum á kliniska økinum. Hagtalsfólkini arbeiða vegna kliniska virksemið í Sjúkrahúsverkinum við at menna og útinna hagtøl, ið skulu nýtast sum grundarlag at stýra og menna eftir. Smittuverja hevur støðið í kliniska økinum og umfatar kanningar, sjúkrarøkt og viðgerð. Høvuðsuppgávan hjá smittuverjufrøðinginum er m.a. at undirvísa í smittuverju og at vegleiða í spurningum um fyribyrging av smittuspjaðing.
Arbeiðsuppgávur
Sum leiðari av Kliniska stápi verður tín uppgáva at leiða og menna omanfyristandandi øki, fyri at tryggja at eindirnar á bestan hátt kunnu virka sum stuðulseind hjá øllum deildum í Sjúkrahúsverkinum. Við hesum krevst, at egið økið verður styrkt og ment saman við øðrum raðfestum økjum í Sjúkrahúsverkinum. Tú skalt vera við til at tryggja dagliga virksemið, samstundis sum arbeiðast skal við at menna og betra arbeiðsgongdir og sjúklingagongdir. Harumframt hevur tú starvsfólkaleiðslu, fíggjarliga ábyrgd og eisini ábyrgd at útvega hagtøl til forstjóran og aðrar leiðarar í Sjúkrahúsverkinum.
Vit vænta, at tú við tínum royndum og persónligu eginleikum megnar at skapa góðar relatiónir til leiðarar á øllum stigum, og at tú samstundis megnar at vísa leið og leiða tíni egnu starvsfólk, umframt at tú við tínum nærlagni og framfýsni stuðlar undir, at ásett mál verða rokkin.
Funktiónirnar í eindini eru sera fjøltáttaðar og hetta endurspeglar eisini uppgávurnar, sum liggja fyri framman hjá nýggja leiðaranum. Eisini væntast av tær sum leiðara, at tú ert opin fyri, at ferðing er ein partur av arbeiðinum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Førleikakrøv
- Útbúgving frá hægri lærustovni
- Royndir við starvsfólkaleiðslu
- Royndir í leiðan av leiðarum er ein fyrimunur
- Royndir innan fíggjarviðurskifti
- Vitan, kunnleika og áhuga í at arbeiða í einum tvørfakligum samstarvi
- Royndir í at arbeiða við virkismentan, bygnaðartillagingum og menning
- Viðkomandi heilsufaklig bakgrund kann verða ein fyrimunur
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Tolir stórt arbeiðstrýst
- Dugir at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
- Góð samstarvs- og samskiftisevni
- Røkin og arbeiðsom/samur
- Tolir broytingar
- Tú hevur evni at raðfesta og samskipa arbeiðið
Vit bjóða
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Upplæring og felags innleiðslu
- Eitt áhugavert og spennandi arbeiðsøki
- Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvøri
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Steinar Eirkstoft, forstjóra,
á t-post steinar@ls.fo ella á tlf. 234545.
Umsóknarfreistin er tann 11.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.