Lýsing
Vit søkja eftir einum stovnsleiðara til Dagstovnin við Løgmannabreyt at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
Dagstovnurin fevnir um tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Umleið 64 børn ganga á stovninum, og tey verða dagliga møtt av einum toymi á 18 dugnaligum starvsfólkum, sum leggja seg eftir at skapa fakliga góðar og tryggar karmar fyri børnini.
Stovnurin er væl staðsettur í einum vakrum náttúruøki við stórum og hugkveikjandi garði, har børnini hava góðar møguleikar at spæla, røra seg og menna sín hugflog. Vit leggja stóran dent á túrar í nærumhvørvinum har børnini fáa góðar upplivingar úti í náttúruni.
Á Dagstovninum við Løgmannabreyt er spælið í miðdeplinum. Vit trúgva, at tað er gjøgnum spælið, at børnini læra um seg sjálvan, onnur og sítt umhvørvi. Alt námsfrøðiligt arbeiði á stovninum byggir á sterkar relatiónir, har vit møta barninum, har tað er, og skapa rúm fyri tryggum og menningarríkum sambondum.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144634