Lýsing
Atlantic Airways søkir eftir einum ágrýtnum og sjálvstøðugum starvslesandi til HR og fyrisitingardeildina. Ert tú lesandi og hevur áhuga fyri HR, fyrisiting og burðardygd, kann hetta vera eitt frálíkt høvi at royna teg innan júst hetta økið.
Um starvið
Sum starvslesandi á HR og fyrisitingardeildini verður tú partur av deild, sum fyrst og fremst tekur sær av HR økinum hjá felagnum. Tín uppgáva verður at arbeiða við ymiskum HR-verkætlanum og øðrum fyrisitingarligum uppgávum. Eisini síggja vit fyri okkum, at tú kanst vera við til at samskipa arbeiðið við ESG (Environmental, Social and Governance) og hjálpa við at gera ESG-frágreiðing fyri felagið.
Arbeiðstíðin er umleið 15 tímar um vikuna, so starvið hóskar seg væl til tín, sum ert lesandi og hevur ynski um at royna tínar førleikar í einum dynamiskum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi.
Høvuðsuppgávur:
- Fyrisitingarligar HR-uppgávur og verkætlanir
- Daglig fyrisiting
- Hjálpa við samskipan og framleiðslu av ESG-frágreiðing
- Greina og stuðla undir menning av ESG-strategium
Vit vænta, at tú:
- Ert lesandi innan viðkomandi øki
- Hevur góðar samskiftisførleika á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu
- Ert skipað/ur í tínum arbeiðsátti og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur áhuga fyri ESG, HTU ela burðardygd
- Er ágrýtin og samstarvssinnað/-ur
- Er opin fyrinýggjum avbjóðngum og hevur evni og møguliga royndir við at arbeiða við verkætlanum
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi og fakliga mennandi starv, har tú fært møguleika at seta tín dám á framtíðar verkætlanir og menna felagið, tá ið tað kemur til ESG og burðardygd, umframt aðrar spennandi uppgávur.
Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn sambært avtalu.
Arbeiðstíðin er uml. 15 tímar um vikuna, og starvspláss er eftir avtalu, so um tú ert lesandi uttanlands, ber eisini væl til at søkja.
Setanin er tíðaravmarkað, til tann, ið sett/ur verður, er liðugt útbúgvin.
Umsókn
Hevur tú hug at søkja? Send okkum umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl við at trýsta “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er tann 28. oktobur 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elina Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur: elin@atlantic.fo.
Vinaliga legg til merkis, at fyri at kunna starvast hjá Atlantic Airways er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).
Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!
Atlantic Airways