Føroya Politi
Útgivið
17. december 2024
Útgongur
5. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ákæruvaldið

Ert tú løgfrøðilesandi og hevur hug at tryggja rættartrygd og at vera við til at rættarsøkja revsiverd viðurskifti? So skalt tú søkja lestrarstarv hjá ákæruvaldinum hjá politinum.

Um okkum
Í ákæruvaldinum arbeiða vit hvønn dag við at tryggja rættartrygd og at tryggja, at revsimál altíð verða viðgjørd á ein ordiligan og rættvísan hátt. Kjarnuuppgávan hjá ákæruvaldinum er at rættarsøkja revsiverd viðurskifti og at vera við til at stuðla undir rættarsamfelagið. Saman við politinum syrgja vit fyri, at sek verða ábyrgdað, og at ósek ikki verða rættarsøkt, samstundis sum allir borgarar og øll mál verða viðgjørd objektivt, við óheftni og við góðsku og virkni í miðdepli.

Vit bjóða
Eitt skiftandi og spennandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Vit hava trivnað, høga fakligheit, nærlagni og virkni í miðdeplinum. Vit hava ein góðan sosialan felagskap, og tú fært høvi at sparra við dugnaligar starvsfelagar og leiðarar.

Tínar uppgávur
Vit leita eftir einum ágrýtnum løgfrøðilesandi, sum m.a. skulu taka lut í málsviðgerð av revsimálum, t.d. at skriva ákærurit og aðrar avgerðir í revsimálum og viðgerð av innlitsumbønum í revsimál og onnur fyrisitingarmál. Skrivstovuuppgávur og aðrar uppgávur skulu til tíðir loysast. Sum liður í innleiðsluni fært tú eisini høvi at luttaka í rættarfundi við einum ákæra.

Um teg
Tú ert løgfrøðilesandi og hevur áhuga í revsirætti, revsirættargangi og fyrisitingarrætti. Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu – bæði á føroyskum og donskum, umframt á enskum. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipað/ur, og sært teg sjálva/n aftur í okkara kjarnuvirðum. Tú hevur góð samstarvsevni og hevur hug at arbeiða á einum arbeiðsplássi við nógvari ferð.

Starvssetan
Starvssetanin er í Føroya Politi. Starvið er tímalønt og í meðal 15 tímar um vikuna (møguleiki er fyri at avtala lægri tímatal). Starvið verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag, sum er eftir donskum sáttmála. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

  • Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, telefon 224117

Starvssetanin er treytað av trygdargóðkenning frá PET, og starvsbyrjan er, tá henda góðkenning fyriliggur. Starvssetanin er í allari starvstíðini treytað av, at tú framhaldandi hevur nøktandi trygdargóðkenning.

Umsóknarfreistin er 5. Januar 2025.

Umsókn
Umsókn skal sendast til politiið saman við lívsrensli, prógvi og møguligum øðrum skjølum við telduposti á: fo-personalekontor@politi.dk.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

Link til dansk stillingsopslag er her: https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/spaendende-studiejob-ved-anklagemyndigheden/2024/12/16

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið