Útgivið
15. december 2021
Útgongur
1. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Spennandi lærupláss í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Hevur tú hugin og viljan at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. mars 2022 ella eftir avtalu. Vit bjóða eitt spennandi lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum umhvørvi, við dugnaligum starvsfeløgum.

Vit ynskja at tú:
• ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull-/ur
• dugir at samskifta í skrift og talu, og dugir at nýta teldu á brúkarastøði
• møtir væluppløgd/ -lagdur til tíðina
• hevur gott handalag
• hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar einum góðum arbeiðsumhvørvi

Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.

Skúlakrøv
• Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
• Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)

Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 3 x 10 vikur í lærutíðini. Tær fystu 10 vikurnar kunnu takast í Føroyum. 20 tær seinastu vikurnar er á tekniskum skúla í Danmark. Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat. Meira kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, kostfakligan leiðara, á tlf. 229229

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 1. januar 2022

Les meira “um okkum” á www.ks.fo

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026
Kokkalærlingur til Hilton Garden Inn   Faroe Islands nýtt
12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið