Lýsing
Almannaverkið søkir eftir dugnaligum og sterkum starvsfólki til spennandi og innovativt starv í toyminum RÓWT (áður kallað Megna títt lív).
RÓWT er tilboð til ung millum 18 og 30 ár við sálarligum trupulleikum og rúsdrekka og ella rúsevnis trupulleikum. Arbeitt verður har tey ungu eru, tað verður seg í heiminum, á gøtuni ella inni í øðrum tilboðum og saman við øðrum myndugleikum og tilboðum.
Endamálið við RÓWT er at betra um lívsgóðsku og førleikan hjá teimum ungu til at megna egna lívstøðu.
RÓWT leggur dent á at læra, menna og at styrkja tann unga í at virka eftir egnum fortreytum – t.v.s kensluna av at hava tamarhald og vald á egnum lívi.
Talan er um eitt fulltíðar starv til setan skjótast gjørligt. Tann, ið settur verður kemur at vísa til toymisleiðaran. RÓWT arbeiðir um alt landið so roknast kann við nakað av koyring í arbeiðinum. Skrivstovan er í hølum í Tórshavn
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144371&DepartmentId=19214&MediaId=4615