Eysturkommuna
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
20. juni 2025
Staður
Oyran 2, 512 Norðragøta, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv
T-post
eystur@eystur.fo

Lýsing

Vit sóknast eftir byggifrøðingi ella starvsfólki við aðrari viðkomandi útbúgving til eitt spennandi starv í teknisku umsiting hjá Eysturkommunu. Ert tú ein miðvísur persónur við stórum áræði, og trívist tú við einum arbeiðsdegi, har uppgávurnar kunnu verða skiftandi. Ert tú kanska rætti persónur til okkara arbeiðspláss.

Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tann setti hevur møguleika at seta dám á gerandisdagin og menna tekniska økið í kommununi.

ARBEIÐSØKIÐ

  • at standa fyri størri og minni verkætlanum
  • at gera útbjóðingartilfar í samband við smærri verkætlanir
  • at syrgja fyri, at myndugleikakrøv verða hildin
  • at byggimálsviðgera innkomin byggimál
  • at gera byggisamtyktir og býarskipan
  • at viðgerð og avgreiðsla av innkomnum málum á tekniska økinum
  • at samskifta við borgara og aðrar myndugleikar
  • at skráseta ymiskt innan tekniska øki
  • at luttaka í ymiskum arbeiðsuppgávum hjá teknisku umsiting

FØRLEIKAR

  • tú ert útbúgvin byggifrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • tú hevur vitan um verkætlanir
  • tú hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir
  • tú hevur førleika í niðanfyri forritum
  • tú er opin og fyrikomandi og góð evni at samstarva

VIT KUNNU BJÓÐA

  • eitt starv við fakligum avbjóðingum
  • góðar møguleikar fyri menning
  • at verða við í menning av byggisamtyktum og býarskipanum
  • góðar arbeiðsumstøður
  • ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag

VIT VÆNTA, AT TÚ

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og við fleiri uppgávum í senn
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

Tekniska umsiting nýtir tey vanligu Office forritini, Revit/Autocad, ArcGIS og 360 journalskipan.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF. Starvið er eitt fulltíðarstarv.

UMSÓKNIR
Umsóknin saman við lívsrensil og útbúgvingarprógvum skulu verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2025. Sendi umsóknina til eystur@eystur.fo og merkið hana “Byggifrøðingur til Teknisku umsiting”

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Unn S. Perdomo, tekniska leiðara á telefon 730013 ella á unns@eystur.fo

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið