Lýsing
Nánd sóknast eftir deildarleiðara til Giljagarð. Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk við ymiskum og samansettum tørvum. Starvsfólkahópurin umfatar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksfólk, reingerðarfólk, umframt tætt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sum vitja á heiminum regluliga.
Um starvið
Deildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka. Hetta inniber, at tú hevur dagligu leiðsluna av heiminum og gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini.
Sum deildarleiðari verður tú ein partur av leiðslubólkinum og upptøkunevndini hjá Nánd.
Førleikakrøv
- prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og útbúgving innan leiðslu og/ella fakliga vitan um eldri og at eldast.
Vit vænta, at tú
- ert savnandi og hevur evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir
- stuðlar undir læring og etiskt umhugsni hjá starvsfólkunum
- kanst tryggja góða heilsufakliga skjalfesting
Vit kunnu bjóða
- góða innleiðslu
- ein mennandi gerandisdag
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænasturnar hjá Nánd
- ein lærandi stovn við regluligum undirvísingum og skeiðum
- gott samstarv í leiðslubólkinum
Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. mai 2025 ella eftir avtalu. Starvið er fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og FMR/KAF.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við CV v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27.03.2025 kl. 12.
Meiri kunning um Nánd her.