Nánd-Heimatænastan
Lýsing
Nánd sóknast eftir deildarleiðara til Giljagarð. Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk við ymiskum og samansettum tørvum. Starvsfólkahópurin umfatar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, reingerðarfólk, umframt tætt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sum vitja á heiminum regluliga. Útyvir vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar gerandisdagar um vikuna.
Brennir tú fyri at skapa tryggar karmar fyri bæði búfólk og starvsfólk, so ert tú kanska okkara nýggi deildarleiðari.