VESTURVÓN
Útgivið
3. november 2022
Útgongur
23. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vesturvón hevur tørv á einum fakligum dygdarmennara at byrja 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu. Dygdarmennarin skal menna dygdina í tænastunum, sum samstarvið bjóðar.

Dygdarmennarin skal, í tøttum samstarvi við stjóran, arbeiða fyri at menna og samskipa eitt dygdargott og lærandi umhvørvi á Vesturvón. Dygdarmennarin hevur eisini uppgávuna at menna tænasturnar og tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgdar.

Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har  hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.

Dygdarmennarin

  • hevur ábyrgd saman við stjóranum, at skapa eitt mennandi og lærandi umhvørvi fyri starvsfólk og lesandi, har tænastur og tilboð støðugt verða ment, og mannagongdir dagførdar
  • skipar innleiðslu og menning av starvsfólkum
  • ger, dagførur og íverksetur mannagongdir og menningarætlanir
  • virkar sum bindilið fyri fakligari dygd, undirvísing, og hevur sum heild eyga fyri dygdini í tænastuni hjá Vesturvón
  • savnar hagtøl og ger kunnandi tilfar
  • samskipar talgildu skjalfestingina
  • samskipar, saman við stjóranum, skeið og førleikamenning eins og tekur avgerð um starvsfólkaluttøku í uttanhýsis skeiðum

 

Vit vænta okkum
Ein dygdarmennara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum, eitt  við at dygdarmenna og skipa fakligar tænastur; og við at leiða starvsfólkini í tvørfakligum arbeiðsgongdum,  síggjast aftur í allari tænastuni.

Vit vænta at  hevur evni at kveikja jaligar tilgongdir og hevur góð samstarvsevnir. At  er tænastusinna/ður, og hevur góðar førleikar at orða teg í skrift og talu. At  kann arbeiða sjálvstøðugt, og hevur førleikar at ganga undan.

Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og viðkomandi eftirútbúgvingar kunnu vera ein fyrimunur.

Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir,  verða brúktar á økinum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Dygdarmennarin vísir til stjóran í Vesturvón.

Starvið er full tíð og verður sett skjótast til ber. Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnini í Miðvági.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Umsókn við prógvum, autorisatión og viðkomandi skjølum skal sendast til: vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 23. novembur 2022 kl.12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir  fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, er  vælkomin at seta teg í samband við Jóngerð M. Nielsen, stjóra á Vesturvón, á telefon 793201 ella teldupost jongerd@vesturvon.fo

 

Líknandi størv

8. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið